Bøkur

Fannir hava í fyrsta lagi givið út fleiri av bókunum hjá Marionnu Debes og Árna Dahl.

Forlagið hevur eisini lagt seg eftir at geva út yrkingasøvn, í fyrsta lagi hjá høvundum sum Tóroddi Poulsen, Jóanesi Nielsen, Heðini M. Klein og Steinbirni B. Jacobsen, men eisini fyrstu royndir hjá ungum høvundum; nevnast kunnu Petur Jensen (nú: Pólsson), Oddfríður Marni Rasmussen og Sigri Gaini. Vit góvu eisini út higartil einasta savnið hjá Astrid Joensen “Morgunin drakk av flógvari toku”.

Fannir hava eisini givið út greinasøvn, eitt nú hjá M.A. Jacobsen, Williami Heinesen og Jørgeni-Frants Jacobsen, men eisini klassiskar bókmentir týddar til føroyskt. Flaggskipið í hesum sambandi man vera týðing Jóhannesar av Skarði av finska tjóðkvæðinum “Kalevala”.

Ein tann merkisverdasta útgávan hjá forlagnum er ritverkið hjá Símuni av Skarði. Turið Sigurðardóttir, professari, ritstjórnaði hesum sjey bindunum.