Íðuliga hoyra vit fólk gremja seg um, at børn brúka so nógva tíð framman fyri telduskíggjan. Tíbetur eru nógv uppi í ítrótti og fáa soleiðis likamsvenjing.

Yvirhøvur mundu børn tó finna uppá meira fyrr, enn tey gera nú, og tey rusaðust nógv úti.

Marius Johannesen (1905-1986) skrivaði bók um føroysk barnaspøl. Hon kom út í 1979. Marius var ættaður úr Funningi, tók læraraprógv í 1926, var lærari í Mikladali og á Trøllanesi 1926-1953 og stjóri á Føroya fólkaháskúla 1953-1970.

Bókaforlagið Grønalíð gav bókina “Føroysk barnaspøl” út, og forlagið hevur loyvt okkum at brúka tilfarið á hesi heimasíðu.

Tilfarið er skipað í innispøl og útispøl. Hevur tú okkurt spæl, sum tú heldur átti at ligið á hesi síðuni, høvdu vit verið fegin at frætt frá tær.

Send tilfar til fannir@olivant.fo