“Sær er siður á landi” sigur gamalt føroyskt orðatak, sum ivaleyst skal skiljast soleiðis, at hvørt land hevur sínar siðir.

Sambært Móðurmálsorðabókini merkir siður (í fleirtali: siðir):

tilvandur (niðurarvaður) atburður.

Vit kunnu eisini siga: siðvenja, vani, skikkur.

Fleiri samansetingar eru við orðinum siður sum seinna liði t.d. bátssiður, borðssiður, dansisiður, fólkasiður, halgisiður, kirkjusiður, ósiður.

Á føroyskum er nokk so fitt skrivað um siðir, sum knýtast kunnu at lívsins og ársins høgtíðum. Nakað av tí er savnað á hesi síðu.