Marianna Debes og Árni Dahl settu á  stovn Forlagið Fannir í 1978.

Tá hevði Árni á egnum forlagi givið út bókina “Úr Føroya ítróttarsøgu”, 1974, og Mentunargrunnur Hins Føroyska Studentafelagsins í Keypmannahavn hevði í 1976 givið út bókina “Burtur á heiði”, sum Marianna hevði skrivað.

Fyrsta bókin, sum kom út á Forlagnum Fonnum, var ungdómsbókin hjá Marionnu “Millumleikur”.

Forlagið varð skipað sum partafelag 1. mai 1988. Stovningarfundurin varð hildin í Havn á skrivstovuni hjá D. P. Daneislen, sakførara. Partapeningurin var kr. 30.000.

Stovnarar vóru:

Marianna Debes Dahl, savnshjálpari og lærari

Tóta Árnadóttir, næmingur

Árni Dahl, lærari

Hesi somu sita enn (í 2012) í nevnd felagsins.

Grannskoðari var frá byrjan Carl Vilhelm Weihe, síðani grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe. Nú grannskoðar P/F NOTA roknskapir felagsins.

Í 1996, hin 28. juni, varð forlagið skipað sum smápartafelag (Sp/f 1303) og partapeningurin hækkaður til kr. 80.000.

V-tal forlagsins: 382671