Teir skjóta. Varskó!

Nú nærkast  tí degi, at fyrsta skotið í tunnilsverkætlanini “Eysturoyartunnil-Sandoyartunnil” verður loyst av, og menn (ja, rættir menn) stíga fram kropp á kropp og hálova hesum stóra tiltaki. Eingin rødd hoyrist mæla ímóti, men eg fari at vera so ósmæðin at spyrja nakrar spurningar:

1. Hava hesir røsku menn gloymt, at søgan hevur lært okkum (sum onnur samfeløg), at búskapurin sveiggjar í einum landi? Hevur eingin lisið eina søgu um, at eftir sjey rík ár koma sjey rakár?

2. Hóast alt í løtuni gongur (at vísa seg) upp á stás, hevur so als eingin fingið við, at avvarðandi eftirlitsstovnur mælir til at lækka makrelkvotuna komandi veiðuár, og hevur eingin fingið við, at kannað verður í løtuni, um sjúka er í norðasta aliøkinum í Føroyum?

3. Hevur eingin hugsað um, hvussu ógvislig henda íløga er?
Tá ið alt er liðugt, liggur kostnaðurin ivaleyst úti við tríggjar milliardir. Vit eru 50.000 fólk, sum við at kalla einmæltari løgtingssamtykt eru bundin at hesi verkætlan.

Í Svøríki búgva um 200 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum – um 10 milliónir.

Í Danmark búgva um 100 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum – um 5 milliónir.

Hesi bæði londini fóru nakað væl undan aldaskiftinum í felag undir at fáa í lag samband um Oyrarsund (tunnil og brúgv). Verkætlanin var liðug í 2000 og kostaði um 30 milliardir. “Øresundsbro konsortiet” eigur og rekur hetta sambandið. Svenski og danski staturin eiga hetta samtakið helvt um helvt.

Hevur eingin hugsað um tann veruleika,
at 15.ooo.ooo fólk standa aftan fyri  íløguna upp á 30 milliardir? (Tá er umframt at nevna, at bæði norsk og týsk ferðandi – og onnur við -  gjalda eisini fyri hana),
og at 50.000 føroyingar standa aftan fyri íløguna upp á tríggjar milliardir?

Bera vit saman íløgukostnað og íbúgvaratal,
so kostar okkara verkætlan 1/10 av donsku/svensku verkætlanini,
og lutfalsliga eru 300 sviar/danir um at gjalda tað, sum ein føroyingur hevur fingið lagt á sínar herðar.

Sagt á annan hátt, so svarar okkara íløga í vavi til, at danir og sviar skuldu bygt Oyrarsundssambandið (tunnil og brúgv) 30 ferðir.

4. At enda eigur at verða spurt, um eingin hevur hugsað um, hvat ið vit ikki halda okkum hava ráð til, av tí at henda íløgan er so skilaleysa ógvislig.

Hvussu nógvar milliónir kundu vit í staðin brúkt at styrkt okkara heilsuverk?

Hvussu nógvar milliónir kundu vit í staðin  brúkt til eldrarøkt og at lætta um hjá minnisveikum og familjum teirra?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar at bjarga børnum úr fátækraváða?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til fólk við likamligum og sálarligum breki?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til hóskilig eldrabýli og býli til teirra, sum seta skulu fót undir egið borð?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til at givið láglønarbólkum lønarhækkan?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til alt tað, sum andaliga og mentanarliga byggir okkara land og ger okkum til eina tjóð?

Til tónleik, myndlist, leiklist og skaldskap.

Til átøk føroyskum máli at frama – av teimum fyrst og fremst til at teksta allar útlendskar sjónvarpssendingar til føroyskt, men eisini til skapandi skriving og orðabókaarbeiði, til átøk, sum tryggja øllum føroyskum skúlaungdómi frálærutilfar á móðurmálinum.

Tað er fullkomiliga ófatiligt, at eingin hevur spurt hesar spurningar. Og tað er líka ófatiligt, at eingin í hesi at vísa seg so gudsóttandi tjóð setur sær sum stevnu at kvitta við mammonsdyrkan og dansin um gullkálvin.

Í 2017 stevna føroyingar í grótøði fram móti einum himmiríki, har hvør einasti landsmaður: kvennmaður og kallmaður – ungur sum eldri – kann aka oyggja millum undir jørð, samstundis sum gomul og avlamin, sinnisliga og likamliga sjúk verða offrað, og samstundis sum sálin í tjóðini – málið og mentanin – so líðandi bløðir burtur.

Teir skjóta.

Varskó!

Í Bóndabrekku 14. februar 2017
Árni Dahl

Giftingarfør genta

”GIFTINGARFØR GENTA”, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði seinast í  1920-unum, er skemtileikur  í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Leikurin varð fyrstu ferð leiktur á Velbastað í 1930. Í Havn varð hann framførdur árið eftir, og seinni hevur hann verið spældur í fleiri bygdum.

Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 21 er 90 síður.

 

Ranafelli

 

Henda dapra  leik, sum varð settur á pall í Sjónleikarhúsinum í apríl í 1929, skrivaði 29 ára gamli William Heinesen. Upprunaliga er handritið skrivað á donskum, men Richard Long týddi tað til føroyskt. Leikurin varð framførdur  á føroyskum og prentaður  í Varðanum 9. bindi. Hann nevnist ”RANAFELLI”.

Fjallið Ranafelli er í haganum hjá Tóri bónda. Einki skal nakar koma at gera royndarspreingingar her, hvørki eftir koli ella øðrum. Hóast tað er egni sonur hansara, sum saman við einum vinmanni  fæst við hesar kanningar, jagstrar hann teir ilskur burtur.

Í fyrstu atløgu tykist bóndin við hond og fót at krøkja seg fastan í alt tað, sum hoyrir einari farnari tíð til. Hann vil ikki vita av nýggjum, nútímans fjákalótum. Alt skal vera við tað gamla.  Men í seinna parti av leikinum dagar onnur mynd fram, sum tykist greiða frá, hví Tórir er so eymur um hetta fjall: Á ungum árum untist Tóri ikki at ganga egnar leiðir; hann noyddist at líða boðini frá eldra ættarliðnum. Tá mundi hann halda seg gera tað rætta, men alla ævi sína hevur vantandi viljastyrkin á ungu árum hansara órógvað hann kensluliga.

Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í Gøtu 1975. Hann varð eisini settur á pall í Reykjavík við íslendskum leikarum í mars í 1932.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 20 er 78 síður.

Høvdingar hittast

Leikur við evni úr Føroyingasøgu

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so nítjanda leikritið, ”HØVDINGAR HITTAST”, sum háskúlamaðurin Rasmus Rasmussen (1871-1962) skrivaði í 1910 undir dulnevninum Regin í Líð. Hetta er leikur  í trimum pørtum, prentaður fyrst sum framhaldstilfar í ”Tingakrossi”, kom síðani út í bók í 1928.

Flest øll føroysk børn munnu frá barnsbeini vera lærd, at í Føroyingasøgu er  Sigmundur  hin reinlynti friðarmaðurin, meðan Tróndur í Gøtu er gandakallur og harðrendur heidningur. Í hesum sjónleiki verður onnur mynd givin av tíðini, tá ið kristindómurin varð borin fram fyri føroyingar: Sigmundur er her umboðsmaður fyri útlendskt vald – Tróndur hann, sum verjir føroyskan sið.

Leikurin hevur verið spældur í Gøtu í 1944 og 1945, suðuri í Vági um tíggu ár seinni. Gøtufólk spældu eisini leikin í Klaksvík.

Miðskeiðis í 1950-unum setti ungmannafelagið Virkið á Sandi leikin á pall, og tá vóru heimasandsfólk eisini í sjónleikarhúsinum í Havn við honum. Leikurin var aftur settur á pall á Sandi í 1979. Nøkur ár undan tí høvdu víkarfólk spælt ”Høvdingar hittast”.

Seinast í tríatiárunum varð leikurin týddur til íslendskt og leiktur í íslendska útvarpinum sum ljóðmynd.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

 

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

 

Leikrit 19 er 103 síður.

Risar, riddarar og føgur fljóð